Børn við Cerebralari Paresu
Tað er altíð ein stór kollvelting og broyting í lívinum at fáa eitt barn, og broytingarnar eru enn størri, tá barnið ber brek.

Foreldur at barni við CP
Sum foreldur at einum barni við Cerebralari Paresu hevur tú óivað nógvar spurningar, sum tú leitar eftir svari á. Eins og tú helst er ótrygg/ur og stúrin fyri, hvat Cerebral Paresa merkir fyri framtíðina hjá barni tínum.
Heimasíðan hevur ikki øll svarini. Men, vit vóna, at hon kann geva tær nøkur góð ráð og fyrireika teg til, hvat Cerebral Paresa er.
Hvar vendi eg mær at fáa barn mítt útgreinað fyri CP?
Í føroysku skipanini, er tað vanliga á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, at tilgongdin hjá barninum byrjar. Barnalæknar, tilknýttir (danskir) serlæknar og innhýsis fysio- og ergaterapeutar, hava høvuðsábyrgd av útgreining av CP hjá børnum og ungum. Tað er ikki nøkur føst skipan galdandi við barnaneurosálarfrøðingi. Útgeinan av samskifti- og málførleika, verður víst til Sernám. Arbeitt verður at menna CPOP útgreingar- og uppfylgingarháttin at galda í Føroyum. Til ber eisini at venda sær til heilsusystur, fysio- og ergoterapeut ella kommunulækna um tú ert stúrin um barn títt hevur CP.
Mítt barn hevur fingið CP, hvør fylgir gongdini?
Í føroysku skipanini, standa foreldur oftast einsamøll við ábyrgdini at vitanardeila millum fakbólkar um sítt barn. Uppfylging fyri børn við cerebralari paresu er ikki grundfest nakrastaðnis í heilsu- ella almennu skipanini. Serfrøðingar, ið tú sannlíkt skalt hava (tætt) samband við:
- Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum
- Fysio- og ergoterapiina á Landssjúkrahúsinum
- Egnan fysio- og ergoterapeut
- Heilsufrøðing
- Kommunulækna
- Almannaverkið
- Sernám Umframt hesi nevndu, tilmælir CP Føroyar, at tú fært samband við Elsass fonden í Danmark og CP Danmark.